Kunning viðvíkjandi korona á dagstovnaøkinum
05.02.2021.

Børn og starvsfólk kunnu ferðast runt á stovninum stórt sæð sum vanligt.
Foreldur og avvarandi kunnu koma inn í gongina og inn til garderoburnar.
Inngongdirnar eru tær somu, sum áður.
Øll skulu spritta/vaska hendur tá tey koma inn.
Hava tit verið uttanlands, ynskja vit at tit ikki koma á stovnin, fyrr enn tit hava fingið svar upp á korona kanningina 6. dag.
Um støðan broytist verður kunnað á heimasíðuni hjá sunda.fo