Persónligir førleikar

Besti háttur hjá børnum at mennast er við spæli. Tá ið børnini læra av egnum royndum, er teirra egna motivatión sjálv drívmegin. Tá ið vit geva børnunum frið at spæla, er teirra ídni, rørslur og hugflog tað berandi í menningini.