Hósvík

Børn menna fatanina av sær sjálvum við at virka saman við øðrum. Tískil hevur umhvørvið, sum barnið ferðast í, stóran týdning. Tí er neyðugt, at vit geva børnunum møguleika at virka, spæla, flenna, merkja og mennast alt eftir hvar barni følir seg tilpassar. Í Hósvík kunnu vit brúka bygdarhúsið, bátafelagið, skúlan, róðrarfelagið, hagan, sandin og bygdina alla sum hon er.