Ymisk eru spæliplássini

​At spæla úti og tað at vera úti er gott fyri sosialu førleikarnar. Vit finna tey vit hóska saman við, men kunnu saktans spæla við øll. Tí úti er pláss fyri øllum. Úti er høgt til loftið og vítt til veggja. Allur óneyðugur larmur verður sáldaður frá og ta eru færri konfliktir. Vit samstarva og finnað loysnir saman við teimum vit eru saman við.