Børn á ferð

Hvør annar er barn í mínari kommunu - Dagstovnabørn vitja hvønn annan.

í dag hevur Dagstovnurin við Stórheygg haft vitjan av barnagarðs- og frítíðarskúlabørnum úr Hvalvík og av Oyrabakka. Eini 170 børn hava spæl og hugna sær við Stórheygg í dag. Eisini fara børnini at vitja í Hvalvík og á Oyrabakka. Alt hetta og nógv annað spennandi er nú mentunardagar eru í Sunda Kommunu.