Summarútferðin 2017

Nú upprann so dagurin ið vit skuldu við bussinum til Klaksvíkar :) Øll møttu spent upp á dagstovninum við tasku í hond. At koyra í bussinum er absolut eitt av hæddarpunktinum á túrinum. Bussurin koydu fyrst vøggustovubørnini niðan í Mylnuhúsið og síðani Ælabogabørnini og Spírabørnini í ùtibarnagarðin. Tá ið vit komu til Útistovu, høvdu tey bakað Brunsviger til okkum :)

Aftaná at hava spælt eina løtu og kanna umhvørvið, fóru vit oman í Grøv at spæla og at eta matpakkan

Útistova er ein av útibarnagørðunum hjá Mylnuhúsinum. Har húsast tey elstu børnini, tey ið hava eitt ella tvey ár eftir áðrenn tey fara í skúla. Í garðinum er eitt bálpláss ið verður nógv nýtt. Bæði til at grilla ymiskt, kóka kaka og ymiskt annað. Vit høvdu keypt skúmfidusar, sjokalátapáleg og mariukeks, so vit gjørdu "kovboykeks" og tað smakkaði avbera væl.

Útibarnagarður merkir ikki at man er úti allatíðina. Hóast húsið er lítið, er tað sera hugnaligt, vit spældu spøl og ótu frukt inni í húsinum

Mánastovan var í Mylnuhúsinum. Stuttligt at uppliva annað umhvørvið enn tað ið vit eru í, í gerandisdegnum. Vit hugnaðu okkum, bæði inni og úti

So er dagurin við at enda og bussurin er aftur eftir okkum. Ein sera góður dagur "Ude godt men hjemme bedst"