Nærumhvørvi

Vit eru ofta túr í nærumhvørvinum. Vit leggja dent á, at fara aftur til tey støð vit hava verið fyrr. Soleiðis at børnini kunnu síggja tað kenda, uppliva broytingar og seta orð á tað tey síggja. Soleiðis læra børnini nærumhvørvi at kenna, og fáa eina samleikakenslu við vøggustovuna, bygdina og samfelagið.