Nýggj tilmæli galdandi frá 15. november 2021
15.11.2021.

Vegna íkomnu koronastøðu í landinum hava vit fingið nýggj tilmælir frá heilsumyndugleikanum galdandi á dagstovnaøkinum. Tí fara hesar mannagongdir at verða galdandi her hjá okkum frá mánadegnum 15 nov. 2021

• Spritta hendur tá tit koma á stovnin og tá tit fara av stovninum. • viðvíkjandi móttøku og heintan av børnum, fer hetta fram í gongini. (starvsfólkini koyra matpakkan í kuldaskápið) • børnini hava ikki leikur við heimanífrá. • viðvíkjandi reinføri, so vaska vit hendur tá vit koma á stovnin og fleiri ferðir ígjøgnum dagin. • viðvíkjandi sjúku *: hava børn sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma á stovn. Fáa tey sjúkueyðkenni á stovninum ringja vit og barnið skal heintast skjótast gjørligt. • Tað verður eisini tilmælt at børnini verða kannaði fyri koronavirus, um tey hava sjúkueyðkenni. Um koronasmittan verður staðfest á stovninum, er tað landslæknin, sum tekur støðu til møguligt sóttarhald av børnum og starvsfólki.

Koronastøðan í samfelagnum ávirkar okkum øll, og hevur tað stóran týdning at vit øll ansa eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum.

*Sjúkueyðkenni: Vanliga minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Fólk kunnu fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu, turran hosta og fepur. Av somu orsøk kann tað vera torført at skyna mun á vanligari krímsjúku og sjúku elvda av koronavirusi.

Umráðandi er at tit siga leiðarinum frá, um korona verður staðfest hjá tykkara barni.