May 20th, 2019
20.05.2019.

Vika 21 er útivika í Sunda kommunu og vit fara sjálvandi at gera eitt sindur burturúr.
 
Mánadagur: Rørsludagur.
Vit fara at gera sansabana í garðinum, spæla ymisk rørslu og sangspøl o.a motoriskt
 
Týsdagur: Hjóldagur.
Børnini eru vælkomin at hava okkurt á hjólum við á stovnin. t.e súkklu, rennifjøl,  rulluskoytur v.m Minnist til at hava hjálm við.
 
Mikudagur: Vatnkríggj
Børnini eru vælkomin at hava vatnrevolvarar o.a. við og minnist til skiftiklæðir.
 
Hósdagur: Útferð.
Vit fara niðan í hagan við matpakka. Er veðrið gott (sum vit vænta) so fara vit at vassa í ánni (vøggustovurnar hava sína egnu skrá hendan dagin).

 
Fríggjadagur: Útidisko.
Vit fara at koyra tónleik foorr frá í garðinum og dansa og hugna okkum og so fara vit at grilla
 
 
Vika 21 er eisini matvika. Hesaferð ynskja vit 50,- frá hvørjum barni