korona kunning
19.08.2021.

Sambært Coronuráðgevingini koma dagstovnar undir størri mannfjøldir, og tískil eiga starvsfólk og foreldur/avvarðandi, ið ikki eru koppsett, at vísa serligt varsemi:

  • Starvsfólk, ið hava verið uttanlands, sum ikki eru koppsett, eiga at møta til arbeiðis, tá negativt kanningarúrslit fyriliggur frá fjórða degi.
  • Foreldur/avvarðandi og børn, sum hava verið uttanlands og ikki eru koppsett, kunnu aftur koma við og eftir børnum, tá negativt kanningarúrslit fyriliggur frá fjórða degi eftir komu til Føroya.
  • Hava foreldur/avvarðandi, sum ikki eru koppsett, verið uttanlands uttan børnini, mugu onnur vaksin, ið ikki hava verið uttanlands, koma við og eftir børnunum, inntil foreldur/avvarðandi hava negativt kanningarúrslit frá fjórða degi.
  • Koppsett starvsfólk og foreldur/avvarðandi skulu hava negativt kanningarúrslit frá degnum, tey koma til Føroya, áðrenn tey møta til arbeiðis og koma á dagstovnarnar.
    Tilmælini broytast javnan, og tí mugu starvsfólk og foreldur leita sær dagførda kunning á www.corona.fo, áðrenn ferðin verður keypt og farið verður úr/til Føroya.