Stevnumið

Námsfrøðilig stevnumið
fyri dagstovnar
Sambært dagstovnalógini er álagt landstýrisfólkinum í mentamálum at áseta reglur fyri námsfrøðilig stevnumið á dagstovnaøkinum.
Hesi yvirskipaðu mið, sum virksemið á økinum skal stevna fram ímóti, eru nú fest á blað. Vónandi fara tey at roynast góður íblástur til áhaldandi orðaskifti um dagliga virksemið, og birta upp undir menning av dagstovnunum hjá øllum teimum, sum hava við økið at gera.