HENT AT VITA
Dagstovnurin við Stórheygg letur upp kl. 07.00 og letur aftur kl. 17.00.

Stovurnar hava samling hvønn morgun kl. 9.30, tó fríggjadag kl. 10.00.
Tá syngja vit saman, hoyra søgur, práta um ymiskt áhugavert og gera alt møguligt annað stuttligt og spennandi.
Børn eru vælkomin, at koma á stovnin seinni enn kl. 9,30, um hetta bara er boðað stovuni frá áðrenn.
Hava vit ikki hoyrt frá tykkum áðrenn kl. 09.30, ganga vit út frá, at barnið hevur frí hendan dagin.

Vit brúka eygleiðingarskjalið TRAS. TRAS er á norskum ein stytting fyri “Tidlig Registrering Af Sprogutvikling” og bleiv umsett til føroyskt í 2008. Á føroyskum siga vit: Ansa tíðliga eftir málmenningini hjá børnum undir skúlaaldur.