Námsfrøði
Tað er umráðandi fyri okkum, at stovnurin er eitt mennandi stað hjá bæði børnum og vaksnum, og at vit trívast saman. Endamálið er, at:
- vit kenna okkum vælkomin og trygg.
- vit merkja, at onnur eru góð við okkum.
- vit verða vird fyri tað, sum vit eru, og kenna, at ymisku tørvir okkara í størst møguligan mun verða nøktaðir.
- vit hvør sær kenna, at vit eru ein av mongum við felags upplivingum og royndum. Felags upplivingar kunnu vera, gongutúrar, náttúruupplivingar, felags sangur, (samling) og alt møguligt annað.
- vit fáa rørsluliga menning við at spæla úti á spæliplássinum og í náttúruni.
-
vit brúka nærumhvørvið og koma at kenna bygdina við m.ø. hagatúrum, fjørutúrum, túrum oman á sand og túrum til ymiskt virksemi í bygdini
vit syngja, ríma, ramsa, lesa søgur, fjanta og fjasa.
- vit hava fastar siðir, sum vit eru glað fyri, so sum jól, føstu, páskir, garðdagar, hugnadagar saman við foreldrum o.ø.
- vit nema okkum kunnleika við handaligum virksemi, so sum at mála, baka, klippa, klistra, roksa við gandadeiggi og alt møguligt annað.
- vit stimbra forvitni og hugflog okkara.
- vit verða stuðlaði í at taka avbjóðingar á okkum.
- vit hava pláss til at spæla og at finna nýggjar vinir.
- børnini eru saman við starvsfólkum, sum vísa umsorgan, eru ansin og áhugað. Hetta gevur børnunum eina kenslu av tryggleika.