Um Stovnin

Starvsfólk

Á stovninum er pláss fyri 58 børnum. Børnini eru í aldursbólkinum 0-10 ár og húsast í fýra ymiskum stovum. Umleið 12 starvsfólk eru knýtt at stovninum. Vit leggja okkum eftir at hava føst starvsfólk á hvørjari stovu, soleiðis at til ber hjá bæði børnum og vaksnum at hava eitt gott og tætt samstarv við tey starvsfólkini, sum eru rundan um barnið.

Stovurnar á stovninum eru Mánastova, Ælabogastova, Spírin og Frítíðarskúlin. 

Virksemið á stovninum hevur bæði høgt til loft og vítt til veggja. Vit perla, seyma, klippa, tekna, mála, líma, spæla og sveima ofta rættiliga høgt. Viðhvørt gera vit enntá alt í senn. Okkum dámar eisini væl at vera nógv úti, so av og á kann alt gerast eitt sindur svansut. Tí er tað eitt gott hugskot at lata børnini hava klæðir við, sum hóska til árstíðina og tola eitt sindur av hvørjum.

Kostnaður

Børn undir 3 ár: 1.995 kr. um mánaðin
Børn yvir 3 ár: 1.600 kr. um mánaðin
Frítíðarskúlabørn: 950 kr. um mánaðin (11 mánaðir um árið)

Avsláttur verður latin teimum foreldrum, sum hava tvey ella fleiri børn á dagstovni í kommununi.

Skipanin er soleiðis, at:

  • Fyri yngsta barnið verður rindað fult gjald
  • Fyri næstyngsta barnið verður latið 25 prosent í avsláttri
  • Eldri børn ókeypis

Umsóknir um dagstovnapláss finnað tit á sunda.fo.