Tímir tú væl at fjanta og fjasa? At klintra á hugans hægstu
tindum? Ert tú við upp á tað og hevur stutt frá tanka til handling?
Og tímir tú væl at lurta eftir børnum og taka tað í álvara, sum
tey siga? So er tað kanska tær, vit leita eftir!
Vit eru ein lítil, heitur stovnur mitt í bygdini í Hósvík, við eini
vøggustovu, eini barnagarðsstovu og eini frítíðarskúlastovu.
Uttanfyri liggur helst besta garðurin í heiminum. Ein garður, sum
samstundis er hagi við eini á rennandi á mitt ígjøgnum. Sandurin
liggur beint niðanfyri og elska vit at brúka hesar náttúruperlur í
gerandisdegi okkara saman við børnunum.
Á stovninum starvast ein blandaður hópur av fittum og
dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum
og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns
fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum. Vit hava tó
brúk fyri fleiri námsfrøðingum í starvsfólkahópi okkara.
Send okkum eina umsókn á jona@sunda.fo, ella ring á telefon 297255, so taka vit eitt prát um hvussu vit grípa støðuna ann ;)