Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.

Í Brekkunum

Í góðveðrinum í morgun vóru vit við, tá ið nýtt navnabrettið skuldi setast upp “Í Brekkunum” Vit eru øll partur av einari mentan. Og mentan verður skapt alt eftir, hvørjum palli vit ferðast á. Mentan er ein partur av okkara samleika, og við at lata upp fyri okkara søgu, siðum og skikkum fáa børnini innlit í, hvat samfelagið byggir á. Vit brúka okkara søguligu fortíð til at mynda okkara framtíð.