Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.

Í Tøpp

Í morgun vóru vit við, tá navnabretti “ í Tøpp” bleiv hongt á húsini í Geilini 4. Við Garðsenda var hús, sum kallaðist uppi í Tøppi. Gomlu húsini vórðu bygt í umleið 1855. Hetta staðarnavnið sigst vera komið av, at ein lítil moldtúgva var har umleiðir, hetta skrivar K.O. Viderø í Saga Thórsvíkar. Tummas Olsen bygdi síðani nýggj hús uttan um tey gomlu. Bert norðurveggurin stóð eftir.