Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.

Skapandi evni

Barnið er føtt við evnunum at skapa. Og við mennandi og avbjóðandi kørmum kann barnið varðveita tey viðføddu skapandi evnini. Stovnurin er væl útgjørdur við amboðum, sum kunnu geva íblástur til kreativitet. Vit hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu, har tilfar er til taks hjá øllum stovunum.