Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.

Útferð

Vit eru so heldig at sleppa útferð við “Stovuni” yvir á Selatrað eina ferð um ári. Hetta er dagur í viku og stuttligt er, at síggja yvir á Hósvík og tosa um hvussu tað sær út frá Selatrað. Vit hava matpakka, drekkidunk, handklæð og annað gott við okkum. Børnini ið hava gjørt túrin meira enn einaferð, siga við gleði “minnist tú” og so kunnu vit minnast aftur á felags løtur. Hetta gevur okkum eina kenslu av at hoyra saman í bólki.