Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.

Dagstovnurin við Stórheygg 20 ár

Í 20 ár hevur dagstovnurin við Stórheygg verið við til at tryggja góð barnaár í Hósvík. Dagurin byrjaði við góðum morgunmati fyri starvsfólkum og børnum á stovninum, hoppiborg stóð uppi allan dagin, á miðmála var høvi at “keypa sær” burgara og kips og millum kl. 15 og 17 varð opið hús við kaffi, frukt og kaka. Øll vóru hjartaliga vælkomin. Góð og støðug starvsfólk hava stóran týdning fyri væl virkandi stovnar, og í sambandi við dagin vóru Lív Dam og Valborg Olsen eisini heiðraðar við blómutyssi og gávu. Lív hevur 20 ára starvsdag, og Valborg 15 ára starvsdag. Sunda kommuna fegnast um góðu dagstovnarnar í kommununi, og ikki minst dugnaligu og støðugu starvsfólkini.