Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.
Børn á ferð við Stórheygg
Børn á ferð við undirheitinum " hvør annar er barn í mínari kommunu" er við Stórheygg. Vit fingu vitjan av børnum og starvsfólkum úr Hvalvík og av Oyrabakka. Hóast tað regnaði hugnaðu børnini sær óført og stuttligt er at síggja, at fleiri bera kenslu á hvønn annan. Tey eru kanska í ætt, spæla ítrótt saman, koma í sama føðingardag ella okkurt heilt annað. Abc fyri sálarheilsu #vervirkin #versaman #verhugbundin






