Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.

1-1-2 dagur í Fuglafirði

Í gjár, 9 mai, var 1-1-2 dagur í Fuglafirði. Tað er ein dagur fyri tey 6 ára gomlu. Frá okkum fóru Oddmar, Markus og Ranja við Kristvør. Ein sera góður og áhugaverdur dagur skilst á lagnum :) Tey hava fingið nógv burturúr. Tey vóru í politibilinum, brandbilinum, sjúkrabilinum, tyrluni og sloppu at sita á motorsúkluni hjá løgregluni. Vanligt er at hundarnir hjá løgregluni eisini eru við, men teir vóru til arbeiðis hendan dagin.