Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.

ÚTIVIKAN 2017

VIKA 21 er útivika í Sunda kommunu :) og tað merktist eisini hjá okkum við Stórheyggi.
Mánadagin var hjóldagur, børnini vóru vælkomin at hava okkurt við hjólum við á stovnini og hjálm sjálvandi :)
Týsdagin var vatndagur, í regnklæðir og so út at skjóta við vatnrevolvarum, slangum o.ø.
Mikudagin var túr/matdagur, Spírin og ælabogastovan fóru niðan í hagan við matpakka og telti :) tey vassaðu í ánni og hugnaðu sær óført og Mánastovan fór ein langan túr og endaðu við at hoppa trampolin hjá Evu Ósa
Hósdagin var frídagur ;)
Fríggjadagin var útidiskodagur, fløguspælarin var settur út um og koyrdur for frá :) Serliga var tað Danny and the Veetoos ið vóru at hoyra
Alt í alt ein sera góð útivika :)