Myndasavn
Stovnurin hevur eitt felags myndasavn á heimasíðuni.

Listaframsýning á mentanardøgunum hjá Sunda kommunu

Í samband við Mentanardagarnar hjá Sunda kommunu hava vit arbeitt við ymiskari list á stovninum. Børn og vaksin á stovunum hava avgjørt hvør í sínum lagi, hvat tey hava arbeitt við og ikki kann sigast annað enn at tað hevur verið sera ymiskt. Í mánastovuni hava tey nýtt ein annan hátt at mála. Tey hava klipt vesrullir í frynsar sum tey hava brúkt ístaðin fyri pensil :)

Í Ælabogastovuni hava ey arbeitt bæði við trælist og málningalist. Tey hava verið á verkstaðnum hvønn dag, í smáum bólkum, har tey hava gjørt revar úr íspinnum og pappír og málað málningar

Í Spíranum hava tey arbeitt við føroyskum sagnum. Við hjálp frá húsavarðatoyminum, hava tey fingið stórar steinar til vega. Teir standa úti í garðinum og ímynda Risan og Kellingina og kýrnar á Rishellu. Abbin hjá Markus, Adolf, hevur verið og lagt okkum lag á við at tekna trý ymisk motiv á veggirnar á vesinum í Ælabogastovuni, ið so Emly so dugnaligt hevur lagt litir á. Málningarnar avmynda tríggjar ymiskar føroyskar sagnir/søgur, Rishellu, Rinkusteinarnar og Risan og Kellingina. Umframt hetta, eru tey í ferð við at seyma taskur úr kovboybuksum til øll børn og vaksin við Stórheygg. Kovboytaskurnar skulu brúkast til skiftiklæðir, ístaðin fyri plastikposar, sum vit jú vita er sera dálkandi fyri náttúruna. Á taskuna mála tey Risan og Kellingina.

Fríggjadagin høvdu vit opið hús, har vit bjóðaðu kaffi og køkur. Ein sera stuttlig og kreativ tilgongd :)