Námsfrøði: Tað vit her í húsinum hava sett okkum, sum arbeiðssetning í ár er, at leggja størri dent á motorik. Í gjøgnum spæl at styrkja um vøddaspenni, labyrint- og taktilsansin hjá børnunum. Mikudagin 20. apríl verður felags foreldrafundur har evni verður motorikkur og týdningurin av at børn spæla.
Svimjing og høll: Hvønn hósdag hava vit møguleika, at svimja og at brúka høllina á Oyrabakka. Í løtuni svimja vit ikki, tí okkara lívbjargaraprógv skulu endurnýggjast, tá tað er komi uppá pláss fara vit aftur at svimja.
Granskingarverkætlan: Í februar 2022 er ein granskingarverkætlan, sum er fíggjað av Pfizer og Thetis, farin í gongd. Endamálið við verkætlanini er at kanna, um børn, ið ganga á føroyskum dagstovnum, eru berarar av bakteriuni Streptococcus pneumoniae. Áðrenn børnini kunnu verða við í verkætlanini, verða foreldrini biðin um at skriva undir eitt kunningarskriv, ið verður handað teimum. Thetis kemur síðan út á dagstovnin við heilsufólkið, sum taka royndirnar. Børnini hjá teimum foreldrum, ið hava játtað, verða potað av heilsufólkunum og kannað fyri omanfyrinevndu bateriu.