Foreldrafundur
23.02.2023.

7.mars kl 19 skipa vit fyri fyrilestrarkvøldi í skúlanum, har logopædur (taluráðgevi) og ergoterapeutur koma at leggja fram um teirra virksemi. Logopædurin, Lisbeth Gotved Petersen, fer at tosa um “samskifti og mál”. Hon er knýtt at Sernám og er tann, ið hevur ráðgeving/undirvísing her á stovninum, um tørvur er á tí. Ergoterapeuturin, Anna Lamhauge, er privatstarvandi ergoterapeutur, og er eisini knýtt at stovninum. Fyrilestrarkvøldið byrjar kl 19,.00 og verður í skúlanum. Kaffi og køka verður boðið til tiltakið.

Vit gleða okkum, at síggja nógvar mammur og pápar.

Vinaliga foreldraráðið