
Fyrstuhjálparskeið
06.03.2023.
Fríggjadagin 3. mars 2023 høvdu dagstovnanir hjá Sunda kommunu ráðleggingardag. Dagurin var brúktur soleiðis, at øll starvsfólkini á dagstovnaøkinum vóru til fyrstuhjálparskeið. Skeiði var skipa, sum vanligt fyrstuhjálparskeið í mun til vaksin og børn. Eitt fyrstuhjálparskeið skal endurnýggjast annað hvørt ár, tí verður ein ráðleggingardagur annað hvørt ár brúktur til hetta. Soleiðis at starvsfólkini á økinum altíð hava dagførd fyrstuhjálparskeið.