Felags foreldrafundur
01.02.2024.

Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 17. apríl kl 19-21 Yvonna Johansen kemur at hugleiða um hvat tað merkir at vera barn í dag, og hvat vit sum vaksin kunnu hava í huga, tá vit eru um børn. Tosa verður um hvørjir førleikar eru umráðandi at menna til framtíðar samfelagið. Heimurin broytist støðugt, og vit fáa meira vitan. Hetta krevur, at vit megna at fyrihalda okkum kritiskt til vitan, samstundis sum vit implementera tað, vit kunnu brúka. Tá vit vaksnu til dømis hugsa um okkara barndóm, og samfelagið tá, er nógv øðrvísi í dag, og barndómurin hjá okkara foreldrum var aftur nógv øðrvísi enn okkara. Tískil kunnu vit ikki ókritiskt endurtaka alt, men mugu laga okkum til broytingar í samfelagnum.

Eisini kemur Katrin Jacobæus Barnafysioterapeutur at tosa um børn og rørslur. Gott er, um øll familjan kann vera virkin saman við m.a. at fara ein túr í svimjihøllina ella at ganga túrar. At fara út í føroysku náttúruna er í sær sjálvum stimbrandi. Tað ber til at hoppa frá steini til stein, at vassa í áum og at ganga í haga, har bæði mosi, grót og annað lendi er.