10 góð ráð til at verja bæði umhvørvið og pengapungin
03.03.2024.

1. Hav ein dunk ella fløsku til vatn við, tá ið tú ert úti – soleiðis sleppur tú undan bæði at brúka óneyðugar pengar og at tarna umhvørvinum.

2. Keyp mateskju til matpakkan í staðin fyri at nýta frystiposar og einnýtistilfar. Brúkar tú ein frystiposa um dagin, so hevur tú brúkt umleið 1 kilo av plasti yvir eitt ár.

3. Tak termukopp við, tá ið tú keypir kaffi útvið. Her kann nógv einnýtistilfar sparast,

4. Tak toyposa við, tá ið tú keypir inn – tú sparir 3 krónur, og umhvørvið fegnast! Ein annar møguleiki er at endurnýta teir plastposarnar, tú eigur inni. Hav í huga, at toyposar eisini krevja nógva orku at framleiða, tí skalt tú nýta teir nógv og leingi, so teir ikki eru framleiddir til spillis.

5. Keyp súgvirør úr rustfríum stáli, sum vara alt lívið, um tú nýtir súgvirør heima. Sig nei takk til súgvirør úr plasti, tá ið tú keypir drykkjuvørur úti.

6. Keyp brúkt í staðin fyri at keypa alt nýtt. Í Føroyum finnur tú bæði góð klæðir og innbúgv í ymiskum Facebook-bólkum, endurnýtsluhandlum og hjá Dugna. Klædnaframleiðslan er ein tann mest dálkandi vinnan, sum er til.

7. Legg dent á góðsku heldur enn nøgd. Bæði pengapungurin og umhvørvið fáa gagn av, at tú ikki nýtist at skifta tíni ting út í heilum.

8. Skil ruskið í so stóran mun sum gjørligt. Í Føroyum er tað enn ikki møguligt at skilja alt rusk, og tí verður ruskið ei heldur gagnnýtt í so stóran mun sum aðrastaðni í heiminum. Hugsa teg tí væl um áðrenn tú tveitir ting burtur, ið kanska kunnu endurnýtast ella endurvinnast – one man’s trash is another man’s treasure!

9. Minst til at tað er munur á merkingunum á mati: “Best fyri”, “Síðsti nýtsludagur” og “Heldur sær í minsta lagi til”. Nýt vit og skil og hygg eftir, um maturin er spiltur, áðrenn tú tveitir hann burtur.

10. Skift einnýtislapparnar út við lappar úr bummull. Soleiðis slepst undan mikroplasti, tá ið lapparnir verða vaskaðir, og eisini halda teir longri enn teir bláu, gulu og ljósareyðu lapparnir.