March 13th, 2020
13.03.2020.

Dagstovnar stongdir frá mánadegnum 16. mars

Frá mánadegnum og fyribils í 14 dagar er virksemið á dagstovnaøkinum bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum og tí hava tørv á tilboði á dagstovni til børnini.
Eru foreldur, sum vegna sítt starv ongan annan møguleika hava fyri ansing, verða tey biðin um at ringja til dagstovnaleiðaran og gera eina avtalu.

Hevur tú átroðkandi boð ella spurninginar, kanst tú ringja til dagstovnaleiðararnar.
Foreldur, hvørs børn ikki koma á dagstovn hesa tíðina skulu ikki rinda ansingargjald so leingið dagstovnurin er stongdur.
Nærri verður kunnað á heimasíðunum so hvørt meira er at frætta.
Sunda kommuna