Frá mánadegnum 18 mai, verður ongin tilmelding
12.05.2020.

Dagstovnar í Sunda kommunu lata upp sum vanligt mánadagin 18. mai 2020. Samstundis verða føstu mánaðarligu foreldragjøldini sett í gildi aftur.Foreldur at børnum á dagstovnum frá og við komandi viku skulu ikki melda børnini til. Øll børn sleppa á dagstovn um tørvur er á tí.
Vísandi til almennu tilráðingarnar, sum framvegis eru galdandi, fara dagstovnarnir tó framvegis innanhýsis at varðveita verandi mannagongdir viðvíkjandi reinføri, frástøðu og atskiljing millum stovurnar á hvørjum dagstovni.
Hevur barnið sjúkueyðkenni skal tað vera heima.
Ein nærri vegleiðing hesum viðvíkjandi er á veg frá Kommunufelagnum, sum hevur orðað hesar í samráð við corona-ráðgevingina.