Mannagongdir frá 18 mai.
14.05.2020.

Góðu foreldur
 
So byrjar gerandisdagurin at líkjast einum vanligum degi aftur.
 
Tó eru onkrar mannagongdir, ið vit hava havt hesar seinastu vikurnar, ið vit halda fast við,
Børnini verða móttikin í uttastu gongini ella uttanfyri og tað skal bert eitt foreldur inn í gongina í senn.
Vit lata ikki upp saman enn, so vøggustovubørnini skulu avleverast uppi á.

​Vit vaska og spritta í heilum.
 
Børnini skulu vera komin í seinasta lagi kl 9.30. Hava tey frí, sigi frá í góðari tíð. 
 
Vit bjóða aftur morgunmat og millummála.
 
At hava við:
- Ein heilsugóður matpakka, sum man kann hava við útferð. (ikki koyrast í mikroovn v.m)
- Vatndunk (bert Ælaboga- og Spírabørnini)
NOKK av skiftiklæðum
 
Vita fara frammhaldandi at vera nógv úti, bæði í garðinum, men eisini túrar í bygdini og kanska onkra útferð eisini. Tað frætta tit nærri um, um so verður.
 
Mánastovubørnini brúka vanligu úthurðina.
Sólstovubørnini brúka hurðina sunnanfyri, við vognrúmið.
Ælabogabørnini brúka vanligu hurðina.
Spírabørnini brúka ”sína” úthurð.
 
PS.
Tá ið tit heinta Spírabørnini, vinarliga ringi og sigi at tit eru á veg, so vit kunnu gera børnini klár.
 
 
 
 
Mánastovan      Sólstovan       Ælabogastovan      Spírin           Hervør
297252               297251          297253                     297254         297255