Eftir ætlan skuldu dagstovnarnir á Flatinum, við Kráir og við Stórheygg lata upp eftir summarsteðg mándagin 10. august.
Við óvissuni, sum nú valdar, eftir at korona-smittan aftur er vorðin virkin kring landið, er avgerð tikin um ikki at lata stovnarnar upp, sum ætlað.
Upplatingin verður ístaðin útsett fyribils í eina viku til mánadagin 17. august.
Heitt verður á øll foreldur um, at hava børnini heima, at fylgja tilmælunum um frástøðu og reinføri og at lata seg kanna um minsti illgruni er um smittu.
Eru spurningar ber til at venda sær til Jóannes A. Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðara á teldupost: joannes@sunda.fo.
Støðan verður eftirmett so hvørt, og kunnað verður á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, www.sunda.fo.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri