Desember kunning 2020
18.12.2020.

,​Í desember hava vit baka, klipt, líma, sungið, leita eftir Ninus, hoyrt søgur, tendra jólatræ og mangt annað.
Nú fer árið at halla, og vit fara skjótt í jólafrí. Men áðrenn skulu vit hava jólahald, og vit fara í kirkju.
Hósdagin 17. desember er jólahald við skattaveiðu, døgurða, pakkum og hugna. Í ár eta vit døgurða í bygdarhúsinum. (ongan matpakka við)
Fríggjadagin 18. desember kl. 10 fara vit í kirkju og aftaná eta vit rísgreyt. (ongan matpakka við)
23. desember fara vit í jólafrí til og við 3. Januar 2021.
Minnist til at siga okkum frá, um barn tykkara hevur nakrar frídagar áðrenn jól. Børnini í Spíranum skulu siga okkum frá um tey koma í frítíðarskúla 21, 22, 23 desember og hvat kl. tey koma.
Og til tey í tykkara húski, ið hava verið uttanlanda, minnist til at vera í heimauppihaldi til korona kanningarúrslitið á sætta degi er tøkt.
 
Við hesum vilja vit ynskja tykkum øllum, eini gleðilig jól, og eitt av Harranum signað nýggjár.
 
Vinaliga
Starvsfólkini við Stórheygg