Bókagáva á móðurmálsdegnum
25.03.2021.

Á móðurmálsdegnum í ár fáa øll føroysk børn undir skúlaaldur eina bók! bankNordik stuðlar átakinum Føroyar lesa og vil fegin vera við til at lyfta uppgávuna, at fáa børn og ung at lesa meira. BankNordik fer tí at lata øllum børnum undir skúlaaldur í landinum eina bókagávu sama dag, sum føroyska málið verður hátíðarhildið.