
Tá eg byrjaði sum leiðari við Stórheygg setti eg mær fyri, at vit skuldu verða meira sjónlig við egnari heimasíðu fyri stovnin.
Ætlanin var at hon skuldi út ongantíð ov skjótt - helst í gjár.
Tað lat seg tíanverri ikki gera, tí alt tekur tíð - ikki minst arbeiðið við eini heimasíðu.
MEN - nú er hon her og eg vóni, at tit fáa stóra gleði av henni. Øll kunning verður at síggja á síðuni, so at tað ongantíð verður nakað ivamál, um tað til dømis er matdagur hesa vikuna, nær foreldrafundur er ella um onkur túrur er á skránni..
Vælkomin til at seta hana til startsíðu á telduni
“Leiðarin skrivar” verður ein bloggur ið eg javnan fari at skriva. Eg fari at nema við onkur evnir ið eru uppi í tíðini…
Eri tit í iva um okkurt, undrast tit á okkurt ið vit gera, ella hava tit okkurt at spyrja um, so mugu tit endiliga spyrja. Tit er altíð vælkomin at koma inn á kontórið til eitt prát og tit eru eisini altíð vælkomin at ringja til mín.