:)
15.08.2017.

Fann hetta á netinum. Ein góð áminning til okkum øll, eisini vaksin, nú skúlin og barnagarðarnir byrja aftur aftaná summarfríðtíðina. 
Ein góð og sigandi barna/ungdómsbók um evnið, er bókin hjá Madonnu ið eitur "Ensku rósurnar" 

"Ein serlig áheitan til øll børn, ið fara í skúla komandi dagarnar. Síggja tit onkran, sum stríðist við at fáa vinir ella verður hildin uttanfyri, tí tey ikki hava ov nógvar vinir, eru afturhildin, ella ikki ganga í tí nýggjasta nýggja, STEÐGA LÍKA Á....Sig "hey" ella gev teimum í minsta lagi eitt smíl, tá tú møtir teimum. Tú veist ikki, hvat viðkomandi fer ígjøgnum uttan fyri skúlatíð. Títt vinsemi kann merkja STÓRAN mun í lívinum hjá onkum...! "