Siðir og mentan
11.10.2020.

​Eru dagstovnur og gerandisdagurin í bygdini partur av hvørjum øðrum? Ja so avgjørt er mín hugsan. Tess meira børnini uppliva av gerandisdegnum og bygdasamfelagnum tess meira koma tey at kenna seg, sum part av bygdini, eisini tá tey eru á dagstovninum. At síggja og vera ein partur av gerandislívinum læra vit veruliga lívið at kenna.
At síggja tað, sum fer fram í lokala samfelagnum, ger okkum tilvitað um okkara samleika.  Tí er tað gull vert, at borgarar í Hósvík inndraga okkum í lívi uttanfyri dagstovnin. At kunna vera við á rættuni, at kunna vera við tá ein ær verður flett í einum kjallara, at eitt lamb verður flett inni á dagstovninum, at krovi verður ræsa í einum hjalli, og vit fáa ein góðan ræstan bita til døgurða áðrenn jól, er við til at tvinna dagstovn og bygdalívi saman. Vit gleða okkum til fleiri tílíkar løtur.