Framm í Garð

Í morgun vóru vit við, tá navnabretti varð sett á húsini “Framm í Garð”, har Jónleyg býr í dag og Annette búði sum smágenta. Vit vóru so heppin at fáa bæði pannukøkur, vaflur, bomm, sunkist, saft, kakao og kaffi frá teimum ???? Hetta eru elstu húsini í bygdini. Tey vórðu bygd í 1908 av parinum Jóan Magnusi og Louisu.